azlyrics.biz
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

æðrasoppar - góða fyrigev mær, lyrics

Loading...

vakna
hygg glasið hevur drukkið bløðrur í nátt
vatnið er lættari
og vit eru tættari

eg síggi tú hevur sæð dreymar í nátt
verið úr verðini, støv í nøsini
gingið á línu í millum stjørnur og dýnu

í dag kundi verið ein dagur
har ein hálvgamal maður við góðari tíð
og ringum gongulagi
fekk meg at hugsa um at í morgin ikki gloyma
at ringja til mammu mína og siga at eg elski hana so nógv
meir enn dugi at vísa og skilja og siga og vita og elska

vakna

vatnið andar luftina inn, hon bløðrar seg inn í aldurnar
meðan eg andi náttina í meg og spæli at eg blundi
kavaglottar og sólflykrur møtast á miðjuni
møtast við eygunum sum tára, eygunum sum tára

góða fyrigev mær
eg eri dottin útí
og eg dugi ikki at flúgva
og eg dugi ikki at søkka
tá eg gekk í triðja flokki
hevði eg ein dreym
at eg druknaði
tað var tann glaðasta løtan
í mínum lívi

eg síggi seyðaspor
eftir sandinum
teir munga eftir tara
teir vita at teir mugu fara
vit vita at vit mugu fylgja aftaná
vit vita at vit mugu fylgja aftaná



Random Lyrics

HOT LYRICS

Loading...