![azlyrics.biz](https://azlyrics.biz/assets/logo.png)
hamferð - at enda lyrics
Loading...
andvekur
skríðandi ljós
og tráan eftir blundi
enn sekur
í míni kós
í øllum eg ei kundi
og eg vitji aftur heimin
sum eg bygdi innaní
har eg ongantíð var eg
og aldri spurdi hví
tá komið er at enda
vit leita enn
vilst er síðsta fet
nú lekur
inn í mítt sinn
ein ísakaldur friður
og eg vitji aftur heimin
har, ið varrar vættu hold
og tá ið myrkri datt sum skalvur
merkti eg tína hond
tá komið er at enda
vit leita enn
vilst er síðsta fet
“okkara millum stendur onki farvæl
nú vónin gleppur mær av hondum”
eg síggi mína borg
søkka í hav
nú onki verður alt
onki eg tær gav
tá komið er at enda
vit leita enn
vilst er síðsta fet
Random Lyrics
- disiz la peste - dieu seul sait quand le glas sonne lyrics
- maino - hustle hard lyrics
- le r - freestyle cours lyrics
- cliff richard - nel blu dipinto di blu (volare) lyrics
- man 37 - piano_3 (let me take it back) lyrics
- tier on3 - third eye lyrics
- eluveitie - from darkness lyrics
- ransom - do you like it (freak shit) lyrics
- nazjir lyrics lyrics
- chad l. - basic rapper(letter to a false king pt.2) lyrics