hamferð - men guðs hond er sterk lyrics
“tað var leygardag tann 13. februar í 1915 at ein grind var komin inn á fjørðin í sandvík. tað var so ringt veður, at hvalbingar komu til gongu; tað var ikki veður at koma við báti úr hvalba og til sandvíkar
tað vóru fýra bátar, sum sandvíkingar hevði mannað, og lógu hesir uppi yvir grindini, tá hvalbingar komu
ja, ja man sigur jú, at fátt kann feigum forða. og hetta orðatakið, tað má man nokk ásanna her
seksmannafarið, ið umkomst, var tá einar kanska tríggjar til fýra bátslongdir innan fyri ok+m. óløgið fall niður yvir bátin. hann hvarv. men tá hann kom útundan aftur brotunum, fleyt hann á rættkjøli
teir fingu líkasum ikki summað sje til næsta brotið legði aftur útyvir bátin. eisini nú, tá tað helmaði av, fleyt hann á rættkjøli. men so kom triðja brotið. tá hann tá kom undan aftur aftur, kom hann líkasum eftir kanti uppaftur. fjórða óløgið legði so aftur út á hann. tá var ongin maður at síggja
tann minni báturin, ið umkomst, var eitt stórt fýramannafar. hann slongdist í leysari luft runt. tað eydnaðist tó einum manni at blíva fastur við hann, og tá tað løgaði aftur, slapp hann á kjølin
meðan øll hesi óløgini gingu er eisini ein triðji báturin innanfyri allar hinar bátarnar. og hesin báturin rør út ígjøgnum øll óløgini fullur undir stokkarnar av sjógv og kemur – á rættkjøli – út um allan fáran
okur, ið vóru har á staðnum, kunnu klárliga síggja og mugu eisini ásanna, at har fór fram eitt harrans mirakul; ein sjónlig guðs undurgerð, at hesin báturin kundi koma fram við lívinum
men guðs hond er sterk. mangan hevur tað víst sjе at vera stórur munur á tí, ið maður ella menn ætlaði sær at gеra, og tað úrslít, teir fingu úr síni ætlan
fjúrtan menn lótu her sítt unga lív.”
Random Lyrics
- shiny nickel - lexotan 6mg lyrics
- raue - so unreal lyrics
- chaz crawford - reasons lyrics
- yunnin - arte & responsa '14 lyrics
- mark relmond - 1on1 lyrics
- anti (secret stash) - overboord lyrics
- faitheron - потребляй за нами (consume behind us) lyrics
- lesfer - plus jamais lyrics
- leandro ríos - y no fui yo lyrics
- (the)imperfectionist - inertia lyrics