jákup eli - niðurtúrur á g! lyrics
meiningin var, tað skuldi verða tú og eg
eg gleddi meg so, at sleppa at síggja teg
men hvat gjørdi tú?
tú fór saman við einum øðrum
títt vakra smíl, var simpulten so søtt
men tað tú gjørdi ímóti mær, tað var sera ljótt
tí hvat gjørdi tú? tú fór saman við einum øðrum
tín vinkona gav mær, nummari títt
eg frá havn til gøtu heilt til tín hevði strítt
og hvat gjørdi tú? tú fór saman við einum øðrum
eg sá hvussu hann fevndi, og kysti teg
eg bleiv illur, fekk gron, og so fór eg mín veg
tí hvat gjørdi tú? tú fór saman við einum øðrum
eg spilti mær pengar, og eg spilti mær tíð
og nú frýggjar tú við honum, og eg skilji ei hví
tí hvat gjørdi tú? tú fór saman við einum øðrum
nei, eg og tú, ongantíðirnar tað bleiv
so nú kanst tú kyssa meg í mína reyv
tí hvat gjørdi tú? tú fór saman við einum øðrum
og hvat gjørdi tú? tú fór saman við einum øðrum
Random Lyrics
- jaffar byn - touch down lyrics
- kidd keo & yung sarria - desconocida lyrics
- niko pandetta - glock e diamanti lyrics
- credit x solomon - dash lyrics
- corey nyell - get over you lyrics
- coeur de glace - jesus anger lyrics
- brennan savage - love me or hate me lyrics
- marco frisina - cántico del cordero lyrics
- gabriel garzón-montano - blue dot lyrics
- sympuls-e - c.o.d.a. lyrics