azlyrics.biz
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

kári leivsson - sangur um flyting lyrics

Loading...

tað skýmir, mín vinur – hví stendur tú her?
og norðanættin um húsini fer
tín hugur er tómur, av møði tað er
ryggur tín bogin av sliti
– ein finna tú ert í talvinum
har pengarnir fólkið flyta

tú húsini átti har norði í líð
og bátin og trøðna og børnini trý
men tíðirnar skiftu, úr bygd og í bý
neyðin teg noyddi at flyta
– tí ein finna tú ert í talvinum
har pengarnir fólkið flyta

í býnum tú flutti í trongliga lon
teg sjálvan tú seldi til pihl & son
til skatt og til leigu varð tikin tín løn
til børnini valla ein biti
– ein finna tú ert í talvinum
har pengarnir fólkið flyta

tú húsini seldi, tað hungurin beyð
onkur tey keypti, sum nú eigur tvey
men tú eigur einki, nóg illa til breyð
og vilt tú grundina vita?
– jú ein finna tú ert í talvinum
har pengarnir fólkið flyta
teir siga, teir elska teg yvir alt
teir sum sita í veitslum og gera sær dælt
tú slítur teg upp, og tеir tøma tín hjall
ja, leiva tær valla ein bita
– teir liva so væl av at styðja tað spæl
har pеngarnir fólkið flyta

um trogið, tú fyllir, teir flokkast hvønn dag
teir reiðarar, stjórar og læknar á rað
teir gjalda ei skatt, og hví skuldu teir tað
teir, sum við maktini sita?
– ein finna tú ert í talvinum
har pengarnir fólkið flyta

í húsunum tínum nú halda teir frí
okkurt akademiskt kommandittkompaní
so gott er at sleppa sær burtur úr bý
at hvíla og hvessa sær vitið
til næsta leikin í talvinum
har pengarnir fólkið flyta



Random Lyrics

HOT LYRICS

Loading...