
regin dahl - nei, einki er á hundavakt lyrics
»nei einki er á hundavakt so gott sum ein skrá,«
so segði gamli mikkjal, sum á beinkinum lá;
hann sprændi á dúrkið og tagdi eina stund
tað var í lýsing, og vit sigldu gjøgnum hvannasund
»mær dámar best á skipi, tá eg siti og skaffi,«
helt ungi sámal fyri, hann sat og fekk sær kaffi
hann beit í ein karving og rópti sum í neyð:
»á, harrans flag og malargrót, ein jakslur fór í tvey.«
»ja, tú mást vera varin, ansa eftir, hvar tú bítur.«
»á, ligg og tig og ansa sjálvur eftir, hvar tú spýtir.«
so reistist ungi sámal og upp á dekkið rann
tað svørji eg, at aldri sá eg óðari mann
hann trampaði og trummaði, tað var sum torusláttur
hann bannaði og brummaði, tað var ein harður dráttur
men mikkjal lá og flenti: »eg havi altíð sagt
at skonrugsbreyð er skaðiligt og helst á hundavakt.«
við sól um ennið og reyðir allir tindarnir stóðu
á sondum og í urðum sótu fuglarnir og svóvu;
mær tókti, at ei lívdi eg vakrari stund
enn hesa dimmalætting gjøgnum hvannasund
Random Lyrics
- flowz dilione - depressed confessions part three lyrics
- virulo - antibolero lyrics
- same side - backwards lyrics
- dave hause - yer outta my hair lyrics
- logan pitt - worth lyrics
- elijxhwtf - stuck lyrics
- mola - vom ende der einsamkeit lyrics
- nola kin - will you come with me and sit a little longer lyrics
- fult - no bums lyrics
- julien doré - je te promets lyrics