símun av skarði - tú alfagra land mítt (thou fairest land of mine) lyrics
Loading...
[verse 1]
tú alf+gra land mítt
mín dýrasta ogn!
á vetri so randhvítt
á sumri við logn
tú tekur meg at tær
so tætt í tín favn
tit oyggjar so mætar
guð signi tað navn
sum menn tykk+m góvu
tá teir tykk+m sóu
ja, guð signi føroyar, mítt land!
[verse 2]
hin roðin, sum skínur
á sumri í líð
hin ódnin, sum týnir
mangt lív vetrartíð
og myrkrið, sum fjalir
mær bjartasta mál
og ljósið, sum spælir
mær sigur í sál:
alt streingir, ið tóna
sum vága og vóna
at eg verji føroyar, mítt land!
[verse 3]
eg nígi tí niður
í bøn til tín, guð:
hin heilagi friður
mær falli í lut!
lat sál mína tváa
sær í tíni dýrd!
so torir hon vága
+ av gudi væl skírd +
at bera tað merkið
sum eyðkennir verkið
ið varðveitir føroyar, mítt land!
Random Lyrics
- kupa oft - under prezzure lyrics
- loqiemean - говард рорк (howard roark) lyrics
- jade rabbits - hypothetical lyrics
- nont tanont - ไม่เป็นไรที่รัก (it's ok.) lyrics
- vampirebloodlove - fake love lyrics
- yung leeks - sons & critics lyrics
- sfonk - 22:08 lyrics
- aj!nn - icu lyrics
- dalton moon - impulse lyrics
- akkai - ballin' lyrics