tyr - alvur kongur lyrics
gevið ljóð og lýðið
meðan eg gangi í dans
tað vóru ikki frægari saman
enn álvur og rekkar hans
draga teir sínar sjódrekar
oman úr tøttum neysti
tá stóð fast í knarrar hæli
leyp so fram og goysti
gýltan spora við mín fót eg spenni
so temji eg mínar gangarar
tann góða lati eg renna
tað var mín hin fyrsti dreymur
tá ið eg heiman sigldi
logi leikar á øllum teim
ið álvi kongi fylgdu
tað var mín hin annar dreymur
tá ið eg heima var
allir stoyttust á drekans borð
og duttu so niður í kav
gýltan spora við mín fót eg spenni
so temji eg mínar gangarar
tann góða lati eg renna
tólv merkur í reyðargulli
tað skal vera títt
vilt tú, óðin, æsa kongur
loysa høvur mítt?
tað var reysti óðin kongur
stoyttist í jørðina niður
tær gevi eg nú, rókurin svarti
lív og f-gran sigur
gýltan spora við mín fót eg spenni
so temji eg mínar gangarar
tann góða lati eg renna
Random Lyrics
- execute - weihnachtszeit 2016 lyrics
- gata green eyes / christina wu saldana - 211 lyrics
- p' skool - brain storming lyrics
- luna of f(x) - could you tell me (the king loves ost part 5) lyrics
- brymir - chasing the skyline lyrics
- tevski rapid - my love lyrics
- kdm shey - verliebe mich nicht lyrics
- b fachada - carlos t lyrics
- fally ipupa - naufra-ketch lyrics
- sandy & junior - mais que uma sombra / troque a pilha / esteja no ar (remix) lyrics