azlyrics.biz
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

kári leivsson – ringulríma lyrics

Loading...

ringulríma lyrics
sumt er líka undarligt
sum tað sýnist sjálvsagt
um bjart er skygnið blunda vit
orðið týnist hálvsagt

annarhvør er øðrvísi
líkasum øll onnur
annarhvørt í ørviti
ella sannførdur av sonnum

gleivi yvir vísdómsgil
tignarliga tómur
fattur sum nýfolað fyl
í fløkju millum blómur

dagur liður náttinkemur marran melur frí
messar yvir møddum havnarbý

oman niðan sama veg
við somu gomlu holum
aldri sá eg annan veg
fyrr enn lív mítt lá í molum

har tystan fann eg listarmann
djúpt inni í mær sjálvum
ól hann upp og misti hann
hátt í himnahválbum
dagur liður náttin kemur marran melur frí
messar yvir møddum havnarbý

so ligg framvið ein f+gran dag
tá hagasóljan sprettur
uttanfyri garðalag
sum útiløgukøttur



Random Lyrics

HOT LYRICS

Loading...