lív næs – grind lyrics
Loading...
kastandi, hvínandi, bóltandi, andandi,
rullandi, sjóðandi, svimjandi, standandi,
gánandi, goysandi, sjórok mót skýum. –
berandi, pløgandi, skúmandi, rennandi
fram gjøgnum aldurnar spennandi,
langtandi sveima á bárunum fríum.
sveittandi, hugsandi, ynskjandi,
rógvandi, tigandi, takandi tøkini tógvandi –
fúsir við stimbraðum limum.-
grýtandi, blámandi, rekandi, verjandi,
forðandi teimum, ið á koma herjandi
– váknið til reiðar í fingrunum fimum.
bløðandi, blásandi, boltandi, brótandi,
malandi, lúgvandi, søkkandi, flótandi
– drignir við leikandi, læðandi ljómi.-
tungliga vaðandi, skelvandi, skerandi,
leitandi, lærandi, spyrjandi, berandi
– stremba, til ikki av vørrum er hómi.
Random Lyrics
- joaquin sabina – directo lyrics
- kanak chapa – akasher oi miti miti tara lyrics
- 陳奕迅 – 裙下之臣 lyrics
- prohod – vrăjmaş zămislit lyrics
- celtic thunder – she moved thru’ the fair lyrics
- pacificadores – sofro de solidão lyrics
- oques grasses – continuem vius lyrics
- sunset groove – dirimu diriku lyrics
- robin s – love thing lyrics
- whiteheart – tales of wonder album version lyrics